140x140

Verkstova fyri ung um lívmargfeldi

Ein millión djóra- og plantusløg eru í vanda fyri at verða týnd. Kom og ger okkurt við tað!

Norðurlendskar ungdómsrøddir skulu hoyrast, tá Sameindu Tjóðir koma saman at verja heimsins lívmargfeldi. Føroyskar røddir sjálvsagt eisini. Boðskapurin frá teimum ungu verður borin fram á ST-fundi í Kina í oktober 2020. Høvið hjá ungum í Føroyum til at vera partur av hesum týdningarmikla kjaki er 24. januar 2020, tá tey kunnu koma við á verkstovu, sum Umhvørvisstovan skipar fyri.

Sum framhald av verkstovunum í Norðurlondum verður  ein norðurlendskur ungdómstoppfundur í februar 2020. Úrslitini frá kjakinum verða síðani løgd fram av eini norðurlendskari ungdómssendinevnd, tá londini hittast á ST-fundi at seta nýggj mál um lívmargfeldi. Hesin fundur verður í Kina í oktober 2020. 

Verkstovan varar ein dag. Vit læra um margfeldi, aktuellu støðuna, arbeiðið hjá ST higartil og norðurlendska leiklutin. Kjak verður eftir hvørt upplegg, og til endans finna vit fram til kjarnuboðskapirnar hjá føroyska ungdóminum.

Hvar: Reinsaríið, Tórsgøta, Tórshavn

Hvør: Øll ung kunnu luttaka

Kostnaður: Ókeypis

Tilfar: Saman fram ímóti eini altjóða avtalu um lív og fólk

Um tú ynskir, at vit senda tær eina pappírsútgávu av faldaranum, so set flugubein fyri tí, tá tú meldar teg til.

Melda til her (óvirkið, tiltakið hevur verið!)

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

 

Verkstova fyri ung um lívmargfeldi